Spurnarblað

August 17th, 2008

Byrjaði uppá eina Wendell Berry fasu í gjár. Havi leingi ætla at lisið okkurt hjá honum, so eg googlaði hann í gjár og downloadaði alt, sum eg fann á iTunes. Anyways.. Á einum av podcastunum, sum hann er á á iTunes lesur hann hesa yrkingina upp. Hon slóg meg orduliga og tí vil eg deila hana við allar mínar vinir.

“Questionnaire”
(a poem by Wendell Berry)

1. How much poison are you willing
to eat for the success of the free
market and global trade? Please
name your preferred poisons.

2. For the sake of goodness, how much
evil are you willing to do?
Fill in the following blanks
with the names of your favorite
evils and acts of hatred.

3. What sacrifices are you prepared
to make for culture and civilization?
Please list the monuments, shrines,
and works of art you would
most willingly destroy.

4. In the name of patriotism and
the flag, how much of our beloved
land are you willing to desecrate?
List in the following spaces
the mountains, rivers, towns, farms
you could most readily do without.

5. State briefly the ideas, ideals, or hopes,
the energy sources, the kinds of security,
for which you would kill a child.
Name, please, the children whom
you would be willing to kill.

Genial parodi!

August 15th, 2008

Aaaahh.. Kristi skemt!

Skapir religión kríggj?

August 14th, 2008

“Religion. It’s given people hope in a world torn apart by… Religion.” - Jon Stewart

Um religión kann, vegna autoritetstrúgva tribalismu, skapa kríggj, kann hon so ikki, vegna eina aðra autoritetstrúgva tribalismu, skapa frið? Um religión dugir so væl at binda fólk saman til eitt endamál, kann hetta endamálið ikki líka so væl vera gott sum ringt? Um religión er eitt amboð fyri kríggi, kann hon so ikki eisini vera eitt amboð fyri friði?

Er ID blasfemiskt?

August 10th, 2008

Í seinastu útgávu av “Science and Theology” journalinum er temaði bókin hjá fyrrverandi katólska prestinum, lívfröðinginum og heimspekinginum Francisco Ayala, sum eitur Darwin’s Gift To Science and Religion. Nógvar áhugaverdar greinar, m.a. annað frá Michael Behe og William Dembski, sum er serliga áhugavert, tí Ayala er sera kritiskur yvirfyri intelligent design.

Eitt poeng, sum Ayala hevur er at ID ikki bara er skeivt, men at tað faktist er blasfemiskt. Her er eitt sitat úr greinini hjá Michael Zimmerman, har hann viðger bókina.

Although, he says, he tried, Ayala “couldn’t find any saving graces in ID.” For Ayala, ID is at best both bad science and bad religion. At worst, says Ayala, ID is a slandering of the Creator, which, by attributing biological dysfunction and evolutionary blemishes to God’s perfect design, essentially “amounts to blasphemy.”

Altso, ID, við at siga, at næstan alt er skapt av gjögnum menning, sum upprunaliga varð sett í gongd av Gudi, men summi ting eru skapt ígjögnum mirakulösa uppíblanding frá sama Gudi, sigur ID at Gud ikki dugdi at skapa orduligt upprunaliga. Við hesum sigur ID, at Gud ikki er fullkomin og tí er ID blasfemi.

Sera áhugavert.

Dómur Guds yvir Föroyar

July 5th, 2008

Fyrr tosaði man nógv um at Gud gav okkum fiskin aftur, tá ið hann rýmdi fyrst í 90unum. Tað kann væl vera. Men eg haldi, at Gud nú, eftir öll hesi árini við fullkomiligari líkasælu við Hansara skaparverki og okkara felags skapningum, hevur sent hesa oljukreppuna, so flotin ikki skal sleppa út at fiska meir. Líka sum Gud leiddi Ísrael í útlegd í Bábylon í 70 ár, tí tey ikki hildu lógina um at latað jörðina hvíld, so er okkara hövðusvinna í útlegd vegna umhvörvisligari líkasælu og manglandi trúgv. Vit ovurfiska tí vit skíta á Guds skaparverk og tí vit ikki trúgva, at Gud tekur sær av okkum. Og nú straffar Gud okkum. Biðið nú!

Stinkar kristin rokkur?

June 27th, 2008

Her er eitt áhugavert kjak ímillum sekulera jödan Daniel Radosh, sum skrivaði “Rapture Ready! Adventures in the Parallel Universe of Christian Pop Culture” (ein orduliga feit bók!) og ein annan. Daniel sigur kristnan rokk stinka fyri tað mesta, men at har eru nógv sera feit undantók meðan hin sigur kristnan rokk vera ein sjálvmótsögn. Sera áhugavert kjak og undirhaldandi eisini.

905281

Brek og gröðing

May 18th, 2008

Vit sótu og diskuteraðu nú ein dagin. Simeon, ein vinmaður, er nokkso karismatiskur og hevur seinastu vikurnar tosa um eina veking í Florida har alt möguligt verður grött. So vit diskuteraðu gröðing og forskelligt relatera. Ein spurningur, sum kom upp at venda, var um brekaði fólk fara at blíva “vanlig” eftir uppreisnina. Eg haldi persónliga ikki at hesin spurningurin kann svarast við vissu. Spurningurin er tó ræðuliga áhugaverdur og týdningarmikil. Hann leiðir nógv fram í ljósið. Hvat er eitt brek? Er nakar munur á breki og sjúku? Hvussu relaterar tann brekaði til sítt brek? Kann ein brekaður gerast ikki-brekaður og vera hin sami persónurin aftaná? Er tann brekaði veruliga brekaður ella er viðkomandi bara öðrvísi? Um öðrvísi, hví skal hann so broytast? Hví vil Gud at hann skal broytast? 

Sum vit diskuteraðu aftur og framm, so spurdi eg spurningin, “Er tað vandamikið fyri brekað kristin at ganga í karismatiskum kirkjum?” Eg haldi ja. Eg haldi tað er vandamikið fyri brekað kristin, tí karismatisk gudfröði hevur ikki pláss fyri teimum og kann ikki góðtakað tey, soleiðis sum tey eru. Tann brekaði passar ikki inn í einföldu “Gud vil gröða og gröðir alt” myndina, sum summir karismatikarar ganga við og tí fer tann brekaði ongantíð at vera fult góðtikin sum hann er. Tann brekaði og/ella tey rundanum hann hava ikki nóg nógva trúgv og eru tí 2. floks kristin. Sjálvandi eru ikki allar karismatiskar kirkjur soleiðis og ikki bara karismatiskar kirkjur eru soleiðis, men eg haldi hetta er ein brúkilig generalisering, so leingi, man veit, at tað er ein generalisering. Um ein brekaður er í eini sovorðnari kirkju haldi eg at hann og hansara familja skal finna sær eina nýggja. 

Eg haldi hesi bæði filmbrotini vísa væl munin ímillum eina karismatiska yvir-fokusering á gröðing (sum er diskriminering av tí brekaða) og eina sunna evangelisering, sum tekur stöðið í tí brekaða sjálvum. Tað undrar meg hvussu ein drongur, sum ikki fær staði uppi kann vera gröddur í eygunum hjá teimum í fyrsta filminum. Og tað gav mær tár í eyguni tá ið ein genta í seinna filminum, eftir at játtar hennara kærleika fyri pizza, smákakum og vatni, sigur at hon veit at Jesus elskar hana. Munurin ímillum filmarnar er beiskur.

watch?v=dcqmShgqbw8

watch?v=U4dzRsmuWfc

Tað dumma við tí dumma

May 15th, 2008

Nú eg eri giftur, sleppi eg frá at hugsa so nógv um hetta. Men nú ein dagin prátaði eg við ein vin, sum stóð frammanfyri trupulleikum av kynsliga slagnum við eini gentu, honum dámar. Detaljurnar eru ikki so týdningarmiklar. Í stuttum vóru bæði bangin fyri at forskelligt, sum ikki burdi hent áðrenn hjúnarband, fór at henda, um tey byrjaðu at fjasast orduliga. Serliga tí gentan hevði erfaringar á ökinum. Hetta prátið fekk meg at hugsa um nógvu avbjóðingarnar, fólk, sum ikki vilja gera tað áðrenn hjúnarband, standa yvir fyri.

Um vit góðtakað, at tað kynsliga hoyrir heima í hjúnarbandinum (og tað eru góðar grundir fyri at gera tað) og at trúgvandi, sum ganga saman, tí ikki skulu latað seg úr buskunum tá ið tey mussast, so renna vit okkum í ein irreterandi og forvirrandi ambivalens, sum aðrar syndir ikki orduliga kenna til. Reint tekniski og fysiski munurin ímillum at drepa og ikki drepa er lættur at síggja: Í fyrra förinum stingi eg ein knív í búkin hjá onkrum, meðan í tí seinna geri eg einki. Við tí kynsliga er eingin munur á tí tekniska og fysiska, áðrenn og aftaná brúdleypið. Ógift og gift pör gera akkurát tað sama við akkurát somu kropslutum tá ið tey sexast og bæði hava akkurát líka nógvan og sama hug at gera tað. Hóast samvitskubit uttan iva spælir inn, serliga aftaná, so eru pre-maritalar orgasmur líka góðar sum maritalar - um ikki betri. Tann einasti munurin ímillum sex uttanfyri og í hjúnarbandinum er samanhangurin, tað kynsliga verður ýðka í. Av tí sama er tað, sum flest öll vita, rættiliga ringt ikki at gera tað tá ið ein ikki er giftur. Serliga hvis ein hevur gjört tað fyrr og tí ikki hevur ymiskar moralskar og kropsligar bremsur, sum t.d. skomm (at vera flovur) og jomfrúhind, at steðga sær, men heldur hevur erfaringar, sum geva greðini tyngd og innihald. Har sum nógvar, um ikki flestar, syndir eru relativt lættar at halda skil á, er kynslig synd av hesum slagnum sera ring at halda skil á og tí, av tí sama, ring ikki at gera.

Paulus sigur at kynslig synd er öðrvísi enn onnur synd, tí hon er synd ímóti eins egna likami (1. Kor. 6:18). Eg veit ikki um hetta ger hana verri sum so, men öðrvísi er hon sambært Paulusi. Eg tosi ikki frá egnari erfaring, men eg giti tað kemur fyri at pör, sum gjördu tað áðrenn tey vóru gift og földu seg illa, skitin og syndig av tí sama, hava ringt við at venja seg við at alt tað, sum áðrenn “Ja” við altarið var forbiði, knappliga er loyvt.

Hvör er so loysnin? Eg veit ikki. Á ein hátt er tað kanska tað frægasta at góðtakað at öll eru syndarar og tað tí er trupult ikki at synda. Trúgvandi ógift pör hava eitt ideal at liva upp til, men riggar tað ikki, so haldi eg tað vera best (ella rættari sagt, minst ringt) at heilt einfalt góðtakað hetta. Tað eru alvorligari syndir til. Ein orsök, sum eg haldi greiðir eitt sindur frá hví trúgvandi ofta (oftari?) fáa börn áðrenn (ella 5 mánaðir inní) hjúnarbandið er tí synda-elementið við tí, tey gera men ikki skulu gera, hindrar teimum í at góðtakað gerðina og gerðirnar. Í hesi veruleikaavnoktandi hugstöðu fara tey ongantíð til læknan at keypa p-pillar og enn minni í kioskina at keypa hítir. Og tí blívir gentan uppá vegin. Nú, tað er ikki heimsins endi at gerast uppá vegin áðrenn hjúnarband, men avleiðingarnar eru heilt sikkurt alvorligari og sosiala straffin harðari hjá trúgvandi pörum og gentum, serliga tá ið hugsa verður um sentrala leiklutin kirkjuliga samfelagið við onnur trúgvandi spælir í lívinum og samleikanum hjá tí trúgvandi. Eg kenni fleiri, sum ikki hætta sær á möti og enn minni at luttaka aktivt á teimum, tí tey fingu börn áðrenn hjúnarband. Hetta kann ikki vera rætt. Hava fólk, sum siga seg vera frelst og hava fingið syndir sínar fyrigivnar, men ikki vilja góðtakað onnur tí hesi synda, ikki fundamentalt misskilt frelsu og fyrigeving? Um náði, tol og kærleiki ikki eyðkenna kirkjuna, er hon so kirkja yvirhövur? Hvussu vendir og víkir, so er okkurt galið. Í kirkjuni er tað, vit læra og fáa hjálp at liva. Um tað ikki riggar so væl hjá onkrum, so hevur viðkomandi ikki brúk fyri skeldi ella baktaling, men kærleika, opinleika og hjálp.

Hesi tingini eru, millum annað, tað dumma við tí dumma.

 

Dagsins 5/5-2008

May 5th, 2008

“From beginning to end, Barth’s Church Dogmatics is nothing other than a sustained meditation on the texts of Holy Scripture, in all the richness and diversity with which these texts elaborate their single theme: a divine-human action constitutive both of divine and of human being, a particular action that is nevertheless all-inclusive in its scope.” - Francis Watson, “The Bible”, Cambridge Companion to Karl Barth, 57

Og

“In its spatio-temporal particularity, and not in spite of it, the Word made flesh is addressed to the world, and there is no environment that is alien to it; and, in a secondary and derived sense, the same is also true of the Bible.”, Watson, 61

Bröðrajáttan

April 7th, 2008

Eg plagi at lurta eftir Speaking of Faith, ein útvarpssending og podcast úr Amerika, sum viðger trúgv og ymiskt annað trúðarrelaterað. Nú ein dagin æt evnið “The Need For Creeds” og handlaði um trúarjáttanir. Gestur var Jaroslav Pelikan, sum var serfröðingur í trúarjáttanum (hann er deyður nú). Hann tosaði um týdningin av trúarjáttanum í kristindóminum. Trúarjáttanir eru serstakar í kristindómi og siga nógv um trúnna. Í mun til hvat fundamentalisma ofta hevur hug at leggja upp til, so siga tær nógvu trúarjáttanirnar ígjögnum öldirnar okkum, at kristindómurin, hóast hann hevur sín uppruna og enda í æviga Gudi, er avmarkaður. Hann er avmarkaður til sína tíð, sína mentan og, serliga, síni fólk. Sum avmarkaður er hann í stöðugari broyting og menning. “Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú.” (Jóh. 16:12) Tað handlar ikki um at finna útav hvat Bíblian sigur, men at finna útav hvat Bíblian sigur og her, við okkum.

Jaroslav Pelikan hevur eitt gott dömi uppá júst hetta. Tá ið hann varð spurdur um hvat hansara yndistrúarjáttan er, nevnir hann hana hjá Maasai fólkinum í Afrika. Legg merki til sera kontekstuellu eyðkennini, sum eg havi bolda.

We believe in the one High God, who out of love created the beautiful world and everything good in it. He created man and wanted man to be happy in the world. God loves the world and every nation and tribe on the earth. We have known this High God in the darkness, and now we know him in the light. God promised in the book of his word, the Bible, that he would save the world and all nations and tribes. 

We believe that God made good his promise by sending his son, Jesus Christ, a man in the flesh, a Jew by tribe, born poor in a little village, who left his home and was always on safari doing good, curing people by the power of God, teaching about God and man, showing that the meaning of religion is love. He was rejected by his people, tortured and nailed hands and feet to a cross, and died. He was buried in the grave, but the hyenas did not touch him, and on the third day, he rose from that grave. He ascended to the skies. He is the Lord. 

We believe that all our sins are forgiven through him. All who have faith in him must be sorry for their sins, be baptized in the Holy Spirit of God, live the rules of love, and share the bread together in love, to announce the good news to others until Jesus comes again. We are waiting for him. He is alive. He lives. This we believe. Amen.

Spurningurin er so, hví er eingin föroysk trúarjáttan? Kanska ikki so snedugt, at fólkakirkjan ikki hevur eina, nú hon bara hevur verið föroysk í minni enn eitt ár, men hvussu við bröðrasamkomuni? Tað eru sjálvandi söguligar grundir. Bröðrasamkoman hevur á ein hátt eina dogmatiska skepsis sum grundarlag og hennara anti-autoriteru eyðkenni forða henni at ritað hennara teologi í stein. Hóast eg skilji hví hetta er so og virðismeti karismatisku, óhierarkisku kirkjuskipanina, so haldi eg hetta í seinasta enda er at lumpa seg sjálvan. Líka sum bröðrasamkomur ikki hevur vilja sagt seg hava elstar fyrrenn heilt kort síðani, men allíkavæl hevur havt tað allatíðina, so hevur bröðrasamkoman ein teologi, hóast hon ikki vil viðurkenna tað. Ikki at vilja viðurkenna tað er faktist vandamikið. Um man ikki vil viðganga at ein, og ikki ein onnur, trúgv eyðkennir bröðrasamkomuna, gevur ein, við vilja ella ikki, hesi trúnni alt, alt ov stórt vald. Trúgvin kann, um illa stendur til, gera ótrúliga stóran skaða, uttan at nakar kann gera nakað serligt við hetta, tí trúgvin verður ongantíð viðurkend og kann tí ongantíð lýsast í orðum. Tað er tí, og av öðrum grundum, gott og best fyri bröðrasamkomuna at gera eina trúarjáttan.

Spurningurin er so hvussu ein slík hevði sæð út. Hvussu hevði hon verið serföroysk? Er bröðrasamkoman for globalisera til at tosa um serföroyskni? Hvussu spesifikk hevði hon verið? Hevði hon nevnt burturrykkingina og vaksnamannadóp? Er tað gott ella ringt, at trúarjáttanir eru spesifikkar? Ella skulu teir vera generellar, so fólk sjálv kunnu lesa tað inní, sum tey vilja? Og forskelligt annað.