9 October, 2005

Hítur, fartelefonir og Jedi-knights

Eg kom í prát við ein ungan mann í gjár. Hann segði at tíverri hevði eina nokkso keðiliga fortíð, sum hann royndi at sleppa burturúr. Honum manglaði pengar, segði hann, og tí bjóðaði hann at selja mær hítur og eina fartelefon. Hann vísti mær fartelefonina og segði at hon var spildurnýggj. Hann hevði keypt hana nýggja, men onkur hevði stjoli ladaran og tí vildi hann selja mær hana fyri £10. Ja, right! Onkur stjól ladaran og tí selur tú mær hana fyri £10! Tú hevur sleeeett ikki stjoli hana! Eg segði pent nei takk.

Annars las eg onkumstaðni at ein nýggj ensk kanning hevði staðfest í Bretlandi eru 11,000 self-proclaimed ateistar mótvegis 37 milliónum kristnum og 360,000 Jedi knights. Haha!

Arni at 7:46 pm

2 viðmerkingar

6 September, 2005

God Channel

Eg sat og zappaði eitt sindur í kvøld. Einki gott var á nakrari kanal, so eg setti meg at hyggja eftir God Channel eina løtu. Onkumtíð er okkurt áhugavert, kanska onkur nýggjur andaligur tónleikur (sjálvt um eg eri blivin alvorliga troyttur av Delirious eftirhondini). Men í dag biddaðu tey pengar. Tað hava tey gjørt alla seinastu vikuna. Teir metodir eru skammleysar. Herligheits-teologi allan vegin. “Um tú gevur okkum £1.000, so fer Gud at løna tær og alt verður ok aftur!” Sum John Schlitt segði á sinni, “Bullcrap!” Hatta er misnýtsla av Guds orðið og er skaðiligt fyri fólk! Men tað er ikki tað ringasta. Málið hjá God Channel við at savna allar hesar pengarnar inn er so tey kunnu røkka eina milliard sálir. Feitt mál at seta sær, mær hevði dáma tað um tað ikki var fyri eitt: God Channel stinkar! Kenneth Copeland og Benny Hinn (sum saman við Kenneth Hagin hava skatt kristindómin mest í 20. øld) eru fastir gestir á rásini. Pat Robertson eisini. Bæði í formi og innihaldi hevur rásin lítið og einki at bjóða. Hon gevur eina ótrúliga keðiliga mynd av kristindóminum. Eina av perfektum lívum, materialistiskar yvirflóð og poleraðum fasadum. Eg veit tað eru nógv, sum hyggja, men God Channel styggir ein sum meg vekk. Eg dugi ikki at síggja veruligan kristindóm í hesum. Kristindómurin fyri meg er skeran inn á bein. Húðleys erligheit um lívsins hørðu viðurskifti. Ikki loysnin av trupulleikunum, men einasta gongda leiðin gjøgnum teir. Gjøgnum teir. Eg vil ikki at 1 milliard fólk sita og hyggja eftir God Channel. For nógv fólk síggja hana sum er..

Arni at 2:23 am

Ongar viðmerkingar

4 September, 2005

Skrásett parlag o.a.

HOMOSEXUAL (SAME-SEX) MARRIAGES - All sides to the issue

Fann hesa síðuna um skrásett parlag/samkynd giftamál. Nógv at lesa. Ógvuliga áhugavert. Eg legði serliga merki til sitatið niðanfyri:

“This sort of marriage is not in the best interest of children.” “God has a plan for marriage and this isn’t it.” “Allowing this kind of marriage will pave the way for all sorts of moral depravity.” Comments from the 1960s on the interracial marriage of one man and one woman — Mildred Jeter and Richard Loving.

Annars haldi eg at tað er vert at hugsa um at tað eru bara 4 brot í Bíbliuni, sum fordøma homosexualitet (3. Mós. 18:22 og 20:13, Róm. 1:26-28 og 1. Kor 6:9-10). Guds orð er Guds orð, Hann behøvist ikki at siga tingini túsund ferð fyri at tey skula passa, men eg haldi tað er áhugavert hvussu lítið Gud faktist ger burturúr tí samanborið við okkum. Homosexualitetur er tann ultimativa syndin beint nú. Men hvat við aðrari sexuellari synd? Hvat við sex áðrenn hjúnarbandið? Ótrúskapi? Og related, hjúnarskilnaði? Hví verða eingi lesarabrøv skriva fordømandi teenage mammur (ella uppaftur betri, tey nógvu í samkomunum, sum gifta seg tí gentan bleiv uppá vegin)? Hví samla vit ikki undirskriftir móti hjúnarskilnaði? Kanska er tað tí hesar syndir eru so nær uppá okkum. Kanska tí vit sjálv gera tær. Tað er lætt at fordøma samkynd, ein minniluta, nakað sum er í útlandinum, fólk sum vit ikki kenna. Men so skjótt syndin er ímillum okkum, so tagna vit. Hyklarí. Einki annað. Jesus fordømdi ongan uttan teir sjálvrættvísu skriftlærdu. Syndararnar elskaði Hann. Hvat er hent? Hvussu blivu vit skriftlærd? Vit eru blindað av bjálkunum í eygunum. Eg haldi tað er uppá tíðina at vit finna útav at vit øll eru á sama báti, sjálvt um ikki øll hava bjargingarvest. Vit eru øll syndarar. Eingin hevur uppiborið nakað sum helst. Og Jesus elskar okkum øll líka nógv. Jesus vann sær ikki lærusveinar við lóg, noyðslu og fordøming. Hansara kærleiki, sannleiki og náði dró fólk. Vit hava brúk fyri meir kærleika. For hundin! Samkoman eigur at vera staðið har syndararnir koma, men samkoman er blivin til seinasta staðið ein syndari setur fót sín innum. Umskylda eg prædiki, men hetta tyngir mítt hjarta nakað so frykteligt. Eg hevði vilja, at øll kendu kærleikan og hitan frá Jesusi, sum er við einum ígjøgnum alt. Tað handlar ikki um at vera kjekkaður og kul og at hava fingið alt uppá pláss. Tað handlar um at verða elskaður sjálvt um man stinkar. Kanska enntá tí man stinkar. Einki er sum Jesus. Vit kunnu ikki sum samkoma, sum umboðsfólk Jesusar á jørð, lata hurðina aftur fyri syndarum. Honum, sum nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt. Vit, sum kenna Jesus, hava fingið alt. Hvussu kunnu vit hugsa so stutt og vera so egoistisk, at vit heldur vilja fordøma enn elska? Mítt hjarta følist alvorliga tungt. Um onkur samkyndur lesur, so hevði eg gjarna vilja biðið umskylda fyri samkomuna, men tað ber ikki orduliga til. Kanska er tað gott at vita, at ikki øll eru líka. Tað er onkur, sum ikki fordømir. Hesin her, t.d. (Skriva endiliga til mín, hvis tú hevur hug…)

Eg kom akra at hugsa um eitt, sum mín gamli vinur Stephen Everett segði:

Tað eru tvey fólk til í heiminum. Hyklarar og tey, sum ikki vilja viðganga tað.

Feit vers:

Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm. 5:8

Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: “Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!” Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: “Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.” Markus 2:16-17

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Jóh. 15:12

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. 1. Jóh. 3:10

Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað. 1. Jóh. 4:7-8, 11

Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. Skrivað er: “So satt sum Eg livi - sigur Harrin - fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!” So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan. Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Róm. 14:10-13

Arni at 3:43 am

1 viðmerking

24 August, 2005

Homosexualitetur o.a.

Mánakvøldið las eg tvey lesarabrøv í Dimmu, ið vórðu skrivað nú homo-ráðstevna er í Norðurlandahúsinum. Mær dámdi tær so illa, at eg kendi meg noyddan at skriva eitt svar. Eg helt eg eisini skuldi leggja svarið her. Skrivi endiliga viðmerkingar, um tað er nakað. Um onkur hevur atgongd til tær upprunaligu greinarnar, so skulu tey vera vælkomin at leggja tær inn sum viðmerking.

—–

Moralur og vælferð
Arni Zachariassen

Mánakvøldið 22. august vóru tvey lesarabrøv í Dimmu viðvíkjandi kristnari siðalæru, og hvussu hon spælir inn, hvat føroyska samfelagnum viðvíkur. Bæði væl skrivað og eingin ivi var um hjørtuni, ið aftanfyri lógu. Nú kenni eg bæði Arna Abrahamsen og Terja B. Vestergaard, menninar handan brøvini, persónliga og virði eg teir báðar sum vinir, hampa- og gudsmenn. Eg veit at teir vilja Føroyum alt tað besta og at tað eru hesar kenslur, ið førdu pennin yvir pappírið, tá ið omanfyrinevndu lesarabrøv vórðu skrivað. Men eg kenni meg noyddan at rættleiða teir eitt sindur í einum pástandi, sum báðir koma við. Pástandurin er hann, at almennur moralur onkursvegna ávirkar materialistisk samfelagsviðskifti. Hendan hugsan er als ikki fremmand í Føroyum, men verður lærd í nógvum samkomum kring landið. Men eru hesar hugsanir veruliga sannar? Niðanfyri vil eg geva mítt persónliga boð.

Hvat sigur Bíblian hesum viðvíkjandi? Eg vil siga, at omanfyrinevndu hugsanir ikki eru at finna í nýggja sáttmálanum – Nýggja Testamenti. Kanska eitt sindur av bakgrundsvitan er neyðug, fyri at skilja hetta til fulnar. Bíblian lærir, at Gud hevur gjørt fleiri sáttmálar við menniskjað. Teir tveir størstu verða kallaðir gamli sáttmálin og nýggi. Gamli sáttmálin var fyri jødarnar, Guds jarðiska fólk, og innihelt hann millum annað hetta samanspæl millum gudsótta og samfelagsviðurskifti, sum Arni og Terje nevna í brøvum sínum. Viðmerkjast skal tó at nógv undantøk eru í Gamla Testamenti, men tað skulu vit ikki koma inn á her.

Tann nýggi sáttmálin, harafturímóti, er fyri tey kristnu, Guds himmalska fólk á jørð, og inniheldur hann als ikki omanfyrinevnda samanspæl. Gjøgnum Nýggja Testamenti verða vit kristnu ámint ferð eftir ferð, at vit ikki hoyra hesum heimi til. Við samkomuna í Filippi sigur Paulus t.d. í 3. kap., vers 20-21a, at “borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara…” Ikki einans er hesin heimur ikki bústaður okkara, men likamið, vit liva í, er heldur ikki varandi. Og hetta er hugburðurin gjøgnum alt Nýggja Testamenti: “Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.” (Jóhs. 18:36). “Savnið tykkum ikki skattir á jørðini; nei, savnið tykkum skattir í Himli.” (Matt. 6:19-20). “Eg havi útvalt tykkum úr heiminum - tí hatar heimurin tykkum.” (Jóhs. 15:19). “Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, sum Tú hevur givið Mær”, sigur Jesus í Jóhs. 17:9. “Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara.” (2. Kor. 5:2). Hvørki Jesus, Paulus, Pætur, Jóhannes ella nakar av hinum ápostlunum settu vón sína til hendan heim og stýrisskipan hansara. “Himmal og jørð skulu forganga,” sigur Jesus í Matt. 24:35, “men orð Míni skulu als ikki forganga”. Í Titus 3:1 verður ámint um at vera yvirvøldini undirgivin, og hetta sjálvt um yvirvøldin var sera kúgandi. Tey fyrstu kristnu vóru í stóran mun líkasæl yvir fyri hesum heimi og gjørdu einki fyri at broyta samfelagsbygnað og lógir landanna. Harafturímóti høvdu tey sum sítt hægsta aðalmál at kunngera evangeliið - og valdu heldur at liva undir svárum umstøðum í kærleika og náði, meðan tey bíðaðu eftir hinum komandi. Hetta skuldi sagt okkum kristnu anno 2005 so mikið, at ikki er rætt at vera yvirupptikin av politikki og lógum, men heldur, at vent eygum okkara móti Himli og liva til fulnar í nýggja sáttmálanum, sum Harrin av Síni náði gjørdi við okkum á krossinum. Moralur hevur sjálvandi sera stóran týdning, serliga hjá hinum kristna, men, sum Jesus sigur, heimurin forgongur, og einki bjargar honum, heldur ikki morallógir.

Áhugavert hevði eisini verið at hugt eitt sindur at, hvussu samanspælið millum moral og samfelagsviðurskifti veruliga gevur seg til kennar. Sum sagt, so vilja Arni og Terje, og mong við teimum, vera við, at góður samfelagsmoralur merkir góð materialistisk samfelagsviðurskifti. Men er hetta so? Latið okkum hyggja bæði í heimssøguna og samtíðina. Venda vit aftur til byrjanina av kristindóminum, síggja vit als einki av hesum samanspælinum. Rómverjaríkið, ið var bústaðurin hjá teimum fyrstu kristnu, var størsta ríkið tá á døgum og var fremst í heiminum á mongum økjum, m.a. tøkniliga, mentanarliga, útbúgvingarliga og búskaparliga. Men hvussu við moralinum? Mangur miðal hampa føroyingur hevði øtast, um honum stóð í boði ein vitjan til Róm fyri 2000 árum síðani! Homosexualitetur og pedofili vóru gerandiskostur og góðtikin samfelagsliga. Bordellini vórðu væl vitjað. Almenna undirhaldið var kryddað við bardøgum til deyðis og avrættingum (kristin vóru serliga væl dámd til hetta endamál). Føroyar er eitt paradís samanborið! Men hóast hetta, gekk tað rómverjaríkinum á mongum økjum sera væl samfelagsliga í mong hundrað ár. Var hendan vælferðin løn frá Gudi, tí tey skikkaðu sær so væl?

Hetta var fyri 2000 árum síðani. Hvussu við heiminum í dag? Føroyar standa við einar nýggjar dyr í hesum døgum, einar dyr, sum leiða okkum inn í oljuvinnuna. Ein framtíðar oljuvinna hevði verið sædd av mongum sum ein stór gáva Guds, sum hon uttan iva er. Men hvørji lond í heiminum umsita størsta partin av hesi stóru Guds gávu? Muslimsku londini: Saudi Arabia, Irak, Kuveit, Iran og Arabisku Emeratirnar. Í hesum londum verða kristin eisini atsøkt, sum í rómverjaríkinum gamla og Bíblian er bannað í hesum londum. Kvinnur verða sera illa kúgaðar. Hesi londini hava fostrað búrkroppar sum Osama bin Laden og Saddam Hussein. Hvat lønir Harrin hesum londum fyri, nú tey hava so nógva olju?

Onnur dømi kundu væl verið tikin fram, men ikki nýtist meir enn orðini omanfyri, at vísa á, at einki samband er ímillum almennan moral og materialistiska vælferð í einum og hvørjum landi. Skrásett parlag, frí fosturtøka og striptease, so illa dámd hesi nú eru, fara ikki at beina fyri vælferðini. Sambandið er heilt einfalt ikki til! Bíblian nevnir tað ikki og hetta avspeglast eisini í veruleikanum. Harrin signar, og tað við lít, men av náði, ikki tí nakar okkara hevur uppiborið signing. Matt. 5:45 sigur, “Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.”

Nú, mál mítt er ikki á nakran hátt at skapa stríð ella misskiljing. Eg vil, sum Terje so væl orðaði tað, at krossmerkið ikki missir styrki sína í landi okkara. Men eg beri ótta fyri, at akkurát hetta hendir, um vit kristnu ikki lata kærleikan til Harran og næstan vera aðalmál okkara, - men heldur gerast so upptikin av politikki og lógarsmíði, soleiðis at hetta boðið yvir øllum boðum verður gloymt. Harrin broytti aldri lív við lóg, men heldur við mildleika, náði og kærleika Sínum. Latum okkum røkka út til allar okkara elskaðu landsmenn í hesum stóra fyridømi Jesusar!

Arni at 4:39 am

1 viðmerking