Bloggurin hjá Arna! http://www.arnizachariassen.com Hvat sker í lívinum hjá Arna (og Maluni (eitt sindur))? Mon, 20 Feb 2006 00:23:35 +0000 http://wordpress.org/?v=1.5.2 en 20 Leslie Road http://www.arnizachariassen.com/?p=53 http://www.arnizachariassen.com/?p=53#comments Mon, 20 Feb 2006 00:23:35 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=53 Tað er ikki ofta at eg eri í góðari tíð, men her er eitt undantak: Eg havi fingið eina íbúð! Oh yes.. Stuart og Dan vóru til eitt ball aftaná eitt ungdómsmöti og fingu har at vita at vertarnir fóru at flyta út í summar og íbúðin fór at vera leys. Teir reypaðu ögiligt og vit byrjaðu at práta um at fáa hendurnar á íbúðina til næsta skúlaár. Vit lógu framvið og í seinastu viku fingu vit so íbúðina! Hon er orduliga lekkur og stór: Stór stova, stórur kökur, 2 wc og 4 kömur. Vit hava eisini ein hava og virkandi peis. Eg, Dan, Stuart og Chris fara at flyta inn 1. august. Um onkur kemur ein túr framvið ella vilt senda eitt postkort, so er adressan 20 Leslie Road, Aberdeen.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=53
Crash - bæði so og so! http://www.arnizachariassen.com/?p=52 http://www.arnizachariassen.com/?p=52#comments Wed, 15 Feb 2006 03:27:37 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=52 Leygarkvöldið hugdu eg, Stuart, Dan og Chris eftir “Crash” heima hjá Dan og Chris. Dan arbeiðir hjá Blockbuster og kann tí leiga 10 filmar um vikuna uttan at betala. Feitt arbeiði. Fínur filmur eisini, sjálvt um hann er eitt sindur deprimerandi. Fyrstu ferð Sandra Bullock hevur spælt í einum orduligum filmi. Sum vit hugdu fór knappliga ein bil-alarmur frá. “Eg haldi hatta er uttanfyri, ikki í filminum”, segði ein fyrst. Tað ljóðaði nokkso langt vekk, so ein helt við at, “tað hevði verið gott um hatta var bilurin hjá Chris!” Vit flentu allir. Bara fyri at checka, hugdi Chris líka út ígjögnum vindeyga og, hey, hvussu kundi tú vita tað?! Tað var bilurin hjá Chris. Vindeyga aftanfyri vinstrumegin var knúst. Og tað var tað. Einki var tikið. Eingin hevði roynt at stjala bilin. Bara rúturin. Vit ringdu eftir politiinum og tá ið teir komu, sögdu teir at teir hövdu kanna 5 líknandi hendingar fyrr um kvöldið. So onkur hevði bara gingið runt í umráðinum og brotið rútar. Deiligt. Orduliga deiligt…

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=52
Allnightari og opinbering http://www.arnizachariassen.com/?p=51 http://www.arnizachariassen.com/?p=51#comments Sun, 12 Feb 2006 04:29:22 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=51 Seinastu ferð eg “pullaði ein allnightara”, ella var uppi alla náttina á góðum föroyskum, fyri listsins skyld var tá ið eg las Angels and Demons hjá Dan Brown (tann, sum skrivaði Da Vinci Code (hon helt mær eisini uppi)). Í seinastu viku hendi tað aftur. Mikukvöldið var eg hjá Stuart og eftir loknan Master and Commander (feitur filmur), Irn Bru, kips og dipp, krem-egg og prát skuldi eg so smátt ragga mær avstað. Í durunum sá eg season 1 av The O.C. á hillini hjá honum og spurdi um eg kundi læna. Jú, gamaní. Heimkomin setti eg fyrsta part av 27 frá. Og eg var bitin. Heilt og aldeilis bitin. Eg elski The O.C.!! Tað rular totalt!! Eg lá alla náttina og hugdi. Til endans datt eg av og forsvav meg til tíman kl. 9. Tað heila minnir meg eitt sindur um tá ið eg uppdagaði Dizzy Mizz Lizzy. Eg hevði hoyrt okkurt hjá teimum fyrr. Eg minnist flögan var í bilinum hjá mostur í Klaksvík. Men av onkrari grund hevði eg ikki lurta orduligt eftir teimum. Tá ið eg so gjördi var tað ein opinbering! Sama við O.C. Eg havi sæð einstakar partar fyrr og havi vita at tað hevur gingið á TvDanmark ella okkurt, men tað er ikki fyrrenn nú, at eg havi uppdagað tað. Og, sum sagt, eg elski tað! Eg var liðugur við allar 27 partarnar fríggjadagin. Eg má tó viðganga, at líka sum við Dizzy, so eri eg eitt sindur jaloux inn á fólk, sum hava hugt eftir tí leingi. Eg veit ikki… Eg haldi tað er eitt sindur flovisligt at vera eftirbátur. Vanliga eri eg tann, sum veit alt möguligt um tónleik (serliga) og filmar og ymiskt áðrenn tað hendir. Men onkumtíð, sum í hesum förinum og við Dizzy, eri eg langt aftaná. Sjálvt aftaná popp-tösirnar. Ultimativa eyðmýkingin…

Hevur annars nakar annar hugsa um hvussu feitar allar hesar amerikonsku sjónvarpssendingar eru? 24, Lost, Desperate Housewives, The O.C., The Sopranos. Tær eru sum langir filmar pluss alt tað besta sjónvarps-genran hevur at bjóða. Ræðuliga feitt haldi eg..

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=51
Eitt sindur av einum dilemma http://www.arnizachariassen.com/?p=49 http://www.arnizachariassen.com/?p=49#comments Fri, 20 Jan 2006 06:15:39 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=49 Eg fann útav í gjár at Eivör spælir í Glasgow ein hálvan tíma aftaná Blindside konsertin byrjar. Eg hevði heilt ótrúliga væl tíma at fari at lurta, tí eg havi ein Eivör fasu beint nú og vit gingu í klassa saman, so tað hevði verið stuttligt at heilsa uppá. Men, Eivör mótvegis Blindside… Nei, tað verður Blindside. Havi brúk fyri at rokka út orduliga.

Annars sær tað út sum at eg og Stuart fara at vera í Glasgow eitt heilt vikuskifti. Jógvan bróðir skal tala á Glasgow Uni og vit kenna onkran í Glasgow (faktist ein genta, sum Stuart er áhugaður í, men ikki siga tað fyri nökrum!), so vit fara at hanga út har í nakrar dagar.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=49
Ein góð traditión http://www.arnizachariassen.com/?p=48 http://www.arnizachariassen.com/?p=48#comments Thu, 19 Jan 2006 02:13:19 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=48 Tá ið eg, fyri skjótt nógvum árum síðani, gekk í student og lat hövðusuppgávuna inn, hátíðarhildu eg, Oddur og Andrias (haldi ikki Áki var við) tað við at hyggja eftir fyrstu sýning av Fellowship of the Ring. Tað var ein endabrestur, sum vildi nakað. Filmurin var feitur (tann besti í trilogiini, um tú spyrt meg) og vit hövdu alvorliga uppiborið tað. Eg og Stuart fara nú at halda áfram við hesi góðu traditión. Vit eru nú í holt við royndirnar og lesa sum hestar. Men tá ið griskt, seinasta royndin, er liðugt hósdagin fara vit til Glasgow at lurta eftir Blindside! Oh yeah! Og vit fáa kanska backstage pass! Vónandi, vónandi… Um ikki, so verður tað feitt allíkavæl, tí Blindside rula.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=48
Jólagávur og Macdonalds http://www.arnizachariassen.com/?p=47 http://www.arnizachariassen.com/?p=47#comments Tue, 17 Jan 2006 12:25:22 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=47 Sjálvt um gávurnar ikki eru tað týdningarmesta við jólunum (maturin og familjan harafturímóti..), men tær eru tó nokkso sentralar. Eg fekk nakrar feitar í ár. Frá Maluni fekk eg eitt gávukort í Fopp, sum er ein feitur flögu/dvd/bókahandil her í Aberdeen. Fyri gávukortið gjördi eg eitt mítt besta innkeyp nakrantíð: Futurama - Complete Collection! For kul, sjálvt um tað hevur forstýra repeteringina alvorliga! Takk fyri beybi! Frá Jan og Situ, Jákup og Sannu og Jógvan og Unn (við familjum) fekk eg hvör sítt gávukort. Fyri tey keypti eg Eivör - Tröllabundin (sum er orduliga feitt, sjálvt um messingin blívur eitt sindur irreterandi viðhvört), Högni Lisberg - Morning Dew (ein hin besta Fo flögan í fjör, uttan iva) og Makrel - Wonderland (misti hana vekk, so eg keypti eina nýggja, orduliga góð eisini). Tá ið man er uttanlanda saknar man alvorliga föroyskan tónleik, so hasar flögurnar komu væl við. Frá Pætur Larsen fekk eg nakrar kopieraðar filmar. Frá Pætur bróðir fekk eg norsku bókina “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret?” Hava bara hoyrt gott um hana, so eg gleði meg til tá ið eg fái tíð at lesa hana (nær tað so enn verður..). Frá Jósef fekk eg ein hondgjördan lyklaring úr reinsdjórahorni, sum nú hevur skift góða, gamla Pikachu út. Frá jólamanninum fekk eg nýggjastu flöguna og ein kalendara við Charlotte Church. Feitar gávur, túsund takk, men bestu gávuna fekk eg frá mammu og babba: Tey gloymdu at keypa mær nakað! Oh yeah! Trúgv tí ella ei, tey gloymdu at keypa mær eina jólagávu! Her eri eg fluttur út, tey hava ikki sæð meg í mánaðar og tey gloyma meg í meldrinum! Genialt! Hetta kann eg brúka ímóti teimum í langa tíð fram! Muhahaha! :)

Eg var annars í Macdonalds í gjár. Einaferð eg hugdi upp úr míni Big Mac menu, sá eg at ein mamma skifti síni lítlu dóttir mitt á borðinum hægst tveir metrar frá mær! Eg helt tey hövdu rúm til endamálið! Einki serliga reinligt og rættiliga irreterandi. Men tó ikki verri enn tá ið mamman, komin útum, festi sær í. Tað eru fá ting, ið irretera meg meir enn foreldur (og/ella vaksin), sum roykja meðan börn eru til staðar! Tað skuldi verið banna við lóg og straffa við bót! Eg havi sum vaksin eitt val hvört eg vil liva ósunt ella ikki (við t.d. at eta á Macdonalds). Tað hevur eitt barn ikki. Tað býr saman við roykjandi foreldrum. Hvar skal tað fara? Not nice.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=47
For my non-Faroese friends http://www.arnizachariassen.com/?p=46 http://www.arnizachariassen.com/?p=46#comments Sat, 14 Jan 2006 08:55:12 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=46 As a Faroese person and consequently a member of an cultural minority, I sometimes have difficulties describing the special things about our culture. One of these things is our special cuisine. In Faroe we eat many strange things, such as whale meat, half-rotten fish, sheep’s head, blood sausage, sheep’s anuses and testicles and several months old dried sheep meat called skerpikjöt. And skerpikjöt is the focus of this post. While home for Christmas, I borrowed my brother’s camera and took some pictures while eating skerpikjöt. Hope you like this visual insight into Faroese food and culture. Enjoy!

How to eat skerpikjöt

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=46
Í býin at bíða http://www.arnizachariassen.com/?p=43 http://www.arnizachariassen.com/?p=43#comments Sat, 14 Jan 2006 08:00:57 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=43 Fríggjadagin var eg ein túr í býnum. Eg skuldi senda nökur bröv, keypa patrónir til printaran og brúka mítt fulla Virgin Addict kort. Tá ið eg var liðugur (posthúsið var lukka og eg fann ongar patrónir, men nýggja hjá Opeth er góð) og byrjaði at ragga mær yvir ímóti busssteðgistaðnum, kom mær í hug, sum eg gekk framvið Orange handlinum, at eg hevði hoyrt um eitt tilboð at Pay As You Go kundar (talutíð) kundu fáa fríar kvöldsamtalur við eina aðra Orange telefon um teir fóru inn í handilin at spyrja. Tingið við Orange handlinum á Union St. er at har standa bara 2 fólk í handlinum í senn og har eru, hvörja ferð eg havi verið har í hvussu er, altíð for nógv fólk til tey at klára. So eg stillaði meg at bíða. Eg haldi eg bíðaði í einar góðar 10 min. Eg eri tolin, eg havi einki ímóti at bíða, so eg hugdi eftir telefonum (nýggja Motorola, PEBL, sær ótrúliga feit út) og ymiskum breiðbandstilboðum. Endiliga kom ein at spyrja um tey kundi hjálpa mær við nökrum. Eg segði jú, eg hevði hoyrt okkurt um fríar kvöldsamtalur og var rættiliga áhugaður, eftirsum eg var Orange Pay As You Go kundi og daman hjá mær eisini hevði Orange. Sum sagt, eg eri tolin og havi einki ímóti at bíða, men tá ið ungi maðurin í svörtu Orange skjúrtuni segði við sorgblýdni í röddini at tilboðið gekk út 31. desember, bleiv eg smáirreteraður. 12 dagar og 10 min. for seinur. Lort.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=43
Föroyskt vs. enskt II http://www.arnizachariassen.com/?p=42 http://www.arnizachariassen.com/?p=42#comments Thu, 05 Jan 2006 20:29:37 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=42 Einaferð eg og Stuart hövdu verið uppi alla náttina í teldurúminum og nokkso stutt var til vit skuldu upp, lögdu vit okkum bara í hansara kamar at sova. Nakrar tímar seinni vakti hann meg og sum eg byrjaði at koma til spurdi eg hann hvat klokkan var. Hann svaraði mær ikki beinanveg, so eg bíðaði eina lítla lötu aftrat. Eg bleiv eitt sindur irreteraður. Dummur ikki at svara. Men knappliga sló tað meg: Eg hevði spurt á föroyskum. Snedugt sovorðið. Man má fara inn í eitt serligt öki í heilanum fyri at tosa enskt og hetta öki er ikki tað náttúrliga, ökið fyri tað málið man hugsar á. Tað sama hendi eina aðru ferð, eg sat og lurtaði eftir tíðindunum á Rás 2. Meðan eg lurtaði spurdi ein floksfelagi meg okkurt og eg svaraði á föroyskum. Snedugt…

Annars hava jólini verið feit. Eg fari niður til Aberdeen í morgin kl. 15:30. Eg fari at skriva eitt störri innlegg um jólini og tað, sum hevur verið á skránnið. Hoyrast tá.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=42
Gleðilig jól http://www.arnizachariassen.com/?p=41 http://www.arnizachariassen.com/?p=41#comments Sat, 24 Dec 2005 15:43:23 +0000 Arni Arni http://www.arnizachariassen.com/?p=41 Gleðilig jól øll somul! Hopi tað verða eini feit jól hesaferð og at næsta ár verður líka gott og hendingarríkt, sum farna. Kærleiki er verðins viktigast! Elski tykkum øll.

]]>
http://www.arnizachariassen.com/?feed=rss2&p=41