31 August, 2005

Yngwie - Unleash the Fury

Lurti eftir: Yngwie Malmsteen - Unleash the Fury

Nýggja fløgan hjá Yngwie og hon rular totalt! Man kann siga hvat man vil um Yngwie, hann er rættiliga ókul, men hann spælir bara nógv for væl! Øll vita at hann spælir skjótt, summi dáma tað, onnur ikki, tími ikki at brúka tíð uppá tað (haldi tað er feitt, annars). Tað, sum fólk ofta gloyma er at Yngwie skrivar feitar sangir. Teir eru orduliga væl komponeraðir. Hann hevur sjálvandi sín máta at gera tingini uppá og summi halda at hann ger tað sama allatíðina, men eg haldi ikki at hann endurtekur seg beinleiðis. Um tú samanbert sangirnar, hann skrivar í dag við teir hann skrivaði í 80′unum og 90′unum, so eru teir nýggju nógv betri og eru teir meir málrættaðir ella so, teir eru ikki so skitsofrenir, sum teir gomlu kundu vera. Summi av riffunum eru bara for kul: “Locked and Loaded”, “Russian Roulette” og “Cracking the Whip”, t.d. Og so eru tað soloirnar sjálvandi. Einki nýtt har: Tær eru púra sjúkt… sjúkar! Yngwie hevur besta vibratoið í verðini! Onkur er kanska kreativari og orginalari og blablabla, men eingin, EINGIN, hevur so feitt vibrato sum Yngwie. Annars spælir Yngwie allar soloirnar, sum um tær vóru tær seinastu hann spældi og tað er totalt ein kvalitetur. Hevði eg duga at vera so intensur… Genialt. Tá ið eg downaði Unleash og hoyrdi “Locked and Loaded” (soloina, serliga) fyrstu ferð, fekk eg gásarhold og byrjaði enn eina Yngwie-fasu, sum ikki er liðug enn. Feitt at koma aftur til upprunan av og á. Yngwie er tann, ið hevur lært meg at spæla. Punktum.

Checka tingini út her: E-card

Yngwie

Arni at 9:03 am

1 viðmerking

The Hunger Site

The Hunger Site

Mín startsíða. Trýst á knøttin og tú gevur mat til tey, sum hungra. For kul. Sponsorar hava lova seg til at geva so og so nógv fyri hvørt klikk. Tað er einki stríð, tekur nøkur fá sekund og tað ger faktist mun. Aftur, for kul.

Arni at 5:07 am

Ongar viðmerkingar

29 August, 2005

Gøtu-máliningar

Street paintings

Whoa.. Rættiliga feitt!

Arni at 4:53 am

1 viðmerking

Lasse Rimmer

Lasse Rimmer

Lasse er danskur komikari/útvarpsvertur/sosialur kommentator og hetta er hansara bloggur. Eg sá Lassa fyrstu ferð í Casper og Mandrilaftalen (púra svakliga stuttligt danskt skemt!) og havi dyrkan hann og hansara intelligenta, niðri á jørðini stíl líka síðan. Eg plagi at lesa hansara blog við jøvnum millumbili og hann plagar at vera feitur.

Arni at 4:39 am

Ongar viðmerkingar

27 August, 2005

Pride..

Ætlaði mær so bestemt forbí á Pride. Við motivinum niðanfyri prenta á t-shirtina. Men tað bleiv av ongum. Gert ikki við…

Samkynd

Arni at 5:40 pm

Ongar viðmerkingar

24 August, 2005

Homosexualitetur o.a.

Mánakvøldið las eg tvey lesarabrøv í Dimmu, ið vórðu skrivað nú homo-ráðstevna er í Norðurlandahúsinum. Mær dámdi tær so illa, at eg kendi meg noyddan at skriva eitt svar. Eg helt eg eisini skuldi leggja svarið her. Skrivi endiliga viðmerkingar, um tað er nakað. Um onkur hevur atgongd til tær upprunaligu greinarnar, so skulu tey vera vælkomin at leggja tær inn sum viðmerking.

—–

Moralur og vælferð
Arni Zachariassen

Mánakvøldið 22. august vóru tvey lesarabrøv í Dimmu viðvíkjandi kristnari siðalæru, og hvussu hon spælir inn, hvat føroyska samfelagnum viðvíkur. Bæði væl skrivað og eingin ivi var um hjørtuni, ið aftanfyri lógu. Nú kenni eg bæði Arna Abrahamsen og Terja B. Vestergaard, menninar handan brøvini, persónliga og virði eg teir báðar sum vinir, hampa- og gudsmenn. Eg veit at teir vilja Føroyum alt tað besta og at tað eru hesar kenslur, ið førdu pennin yvir pappírið, tá ið omanfyrinevndu lesarabrøv vórðu skrivað. Men eg kenni meg noyddan at rættleiða teir eitt sindur í einum pástandi, sum báðir koma við. Pástandurin er hann, at almennur moralur onkursvegna ávirkar materialistisk samfelagsviðskifti. Hendan hugsan er als ikki fremmand í Føroyum, men verður lærd í nógvum samkomum kring landið. Men eru hesar hugsanir veruliga sannar? Niðanfyri vil eg geva mítt persónliga boð.

Hvat sigur Bíblian hesum viðvíkjandi? Eg vil siga, at omanfyrinevndu hugsanir ikki eru at finna í nýggja sáttmálanum – Nýggja Testamenti. Kanska eitt sindur av bakgrundsvitan er neyðug, fyri at skilja hetta til fulnar. Bíblian lærir, at Gud hevur gjørt fleiri sáttmálar við menniskjað. Teir tveir størstu verða kallaðir gamli sáttmálin og nýggi. Gamli sáttmálin var fyri jødarnar, Guds jarðiska fólk, og innihelt hann millum annað hetta samanspæl millum gudsótta og samfelagsviðurskifti, sum Arni og Terje nevna í brøvum sínum. Viðmerkjast skal tó at nógv undantøk eru í Gamla Testamenti, men tað skulu vit ikki koma inn á her.

Tann nýggi sáttmálin, harafturímóti, er fyri tey kristnu, Guds himmalska fólk á jørð, og inniheldur hann als ikki omanfyrinevnda samanspæl. Gjøgnum Nýggja Testamenti verða vit kristnu ámint ferð eftir ferð, at vit ikki hoyra hesum heimi til. Við samkomuna í Filippi sigur Paulus t.d. í 3. kap., vers 20-21a, at “borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara…” Ikki einans er hesin heimur ikki bústaður okkara, men likamið, vit liva í, er heldur ikki varandi. Og hetta er hugburðurin gjøgnum alt Nýggja Testamenti: “Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.” (Jóhs. 18:36). “Savnið tykkum ikki skattir á jørðini; nei, savnið tykkum skattir í Himli.” (Matt. 6:19-20). “Eg havi útvalt tykkum úr heiminum - tí hatar heimurin tykkum.” (Jóhs. 15:19). “Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, sum Tú hevur givið Mær”, sigur Jesus í Jóhs. 17:9. “Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara.” (2. Kor. 5:2). Hvørki Jesus, Paulus, Pætur, Jóhannes ella nakar av hinum ápostlunum settu vón sína til hendan heim og stýrisskipan hansara. “Himmal og jørð skulu forganga,” sigur Jesus í Matt. 24:35, “men orð Míni skulu als ikki forganga”. Í Titus 3:1 verður ámint um at vera yvirvøldini undirgivin, og hetta sjálvt um yvirvøldin var sera kúgandi. Tey fyrstu kristnu vóru í stóran mun líkasæl yvir fyri hesum heimi og gjørdu einki fyri at broyta samfelagsbygnað og lógir landanna. Harafturímóti høvdu tey sum sítt hægsta aðalmál at kunngera evangeliið - og valdu heldur at liva undir svárum umstøðum í kærleika og náði, meðan tey bíðaðu eftir hinum komandi. Hetta skuldi sagt okkum kristnu anno 2005 so mikið, at ikki er rætt at vera yvirupptikin av politikki og lógum, men heldur, at vent eygum okkara móti Himli og liva til fulnar í nýggja sáttmálanum, sum Harrin av Síni náði gjørdi við okkum á krossinum. Moralur hevur sjálvandi sera stóran týdning, serliga hjá hinum kristna, men, sum Jesus sigur, heimurin forgongur, og einki bjargar honum, heldur ikki morallógir.

Áhugavert hevði eisini verið at hugt eitt sindur at, hvussu samanspælið millum moral og samfelagsviðurskifti veruliga gevur seg til kennar. Sum sagt, so vilja Arni og Terje, og mong við teimum, vera við, at góður samfelagsmoralur merkir góð materialistisk samfelagsviðurskifti. Men er hetta so? Latið okkum hyggja bæði í heimssøguna og samtíðina. Venda vit aftur til byrjanina av kristindóminum, síggja vit als einki av hesum samanspælinum. Rómverjaríkið, ið var bústaðurin hjá teimum fyrstu kristnu, var størsta ríkið tá á døgum og var fremst í heiminum á mongum økjum, m.a. tøkniliga, mentanarliga, útbúgvingarliga og búskaparliga. Men hvussu við moralinum? Mangur miðal hampa føroyingur hevði øtast, um honum stóð í boði ein vitjan til Róm fyri 2000 árum síðani! Homosexualitetur og pedofili vóru gerandiskostur og góðtikin samfelagsliga. Bordellini vórðu væl vitjað. Almenna undirhaldið var kryddað við bardøgum til deyðis og avrættingum (kristin vóru serliga væl dámd til hetta endamál). Føroyar er eitt paradís samanborið! Men hóast hetta, gekk tað rómverjaríkinum á mongum økjum sera væl samfelagsliga í mong hundrað ár. Var hendan vælferðin løn frá Gudi, tí tey skikkaðu sær so væl?

Hetta var fyri 2000 árum síðani. Hvussu við heiminum í dag? Føroyar standa við einar nýggjar dyr í hesum døgum, einar dyr, sum leiða okkum inn í oljuvinnuna. Ein framtíðar oljuvinna hevði verið sædd av mongum sum ein stór gáva Guds, sum hon uttan iva er. Men hvørji lond í heiminum umsita størsta partin av hesi stóru Guds gávu? Muslimsku londini: Saudi Arabia, Irak, Kuveit, Iran og Arabisku Emeratirnar. Í hesum londum verða kristin eisini atsøkt, sum í rómverjaríkinum gamla og Bíblian er bannað í hesum londum. Kvinnur verða sera illa kúgaðar. Hesi londini hava fostrað búrkroppar sum Osama bin Laden og Saddam Hussein. Hvat lønir Harrin hesum londum fyri, nú tey hava so nógva olju?

Onnur dømi kundu væl verið tikin fram, men ikki nýtist meir enn orðini omanfyri, at vísa á, at einki samband er ímillum almennan moral og materialistiska vælferð í einum og hvørjum landi. Skrásett parlag, frí fosturtøka og striptease, so illa dámd hesi nú eru, fara ikki at beina fyri vælferðini. Sambandið er heilt einfalt ikki til! Bíblian nevnir tað ikki og hetta avspeglast eisini í veruleikanum. Harrin signar, og tað við lít, men av náði, ikki tí nakar okkara hevur uppiborið signing. Matt. 5:45 sigur, “Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.”

Nú, mál mítt er ikki á nakran hátt at skapa stríð ella misskiljing. Eg vil, sum Terje so væl orðaði tað, at krossmerkið ikki missir styrki sína í landi okkara. Men eg beri ótta fyri, at akkurát hetta hendir, um vit kristnu ikki lata kærleikan til Harran og næstan vera aðalmál okkara, - men heldur gerast so upptikin av politikki og lógarsmíði, soleiðis at hetta boðið yvir øllum boðum verður gloymt. Harrin broytti aldri lív við lóg, men heldur við mildleika, náði og kærleika Sínum. Latum okkum røkka út til allar okkara elskaðu landsmenn í hesum stóra fyridømi Jesusar!

Arni at 4:39 am

1 viðmerking

20 August, 2005

Halló øll!

Vælkomin til bloggin hjá mær. Grundin eg eri farin undir at gera ein blog er tí eg fari at lesa teologi í universitetinum í Aberdeen í september 2005. Nógv gera ofta mailing listar tá ið tey fara onkrastaðni í longri tíð (útbúgvingin tekur 4 ár + yvirbygning), men eg helt tað hevði verið stuttligari at gjørt ein blog. Tað er eisini fleksiblari. Eg kann ikki orduliga fylla inboxina hjá nøkrum við myndum og øllum møguligum, sum eg ætli at fylla hesar síðurnar við. Hvat fari eg so at skriva um? Ja, eg veit ikki orduliga. Hvat sum helst, faktist. Alt tað, sum gongur fyri seg í mínum lívið, sum eg haldi vera áhugavert, verður koyrt her. Gerið so væl og viðmerkið innleggini um tit hava hug. Send mær ein e-mail, for hundin. Eg veit eg fari at sakna allar vinirnar. Vónandi fer bloggurin at linna um.

Helt fólk skuldu vita at eg ikki havi designa hetta for kula blog-looki. Eg downaði ein template frá Francey Designs og broytti hann eitt sindur. Eg hevði aldrinn klára at gjørt hetta sjálvur.

Åja, Malan sleppur eisini framat. Gitið, eg fari at skriva meir, men um hon hevur hug at uppdatera øll har heima um hvat sker í hennara lívið, so er tað her hon fer at gera tað.

Arni at 1:13 pm

4 viðmerkingar