20 January, 2006
Eitt sindur av einum dilemma
Eg fann útav í gjár at Eivör spælir í Glasgow ein hálvan tíma aftaná Blindside konsertin byrjar. Eg hevði heilt ótrúliga væl tíma at fari at lurta, tí eg havi ein Eivör fasu beint nú og vit gingu í klassa saman, so tað hevði verið stuttligt at heilsa uppá. Men, Eivör mótvegis Blindside… Nei, tað verður Blindside. Havi brúk fyri at rokka út orduliga.
Annars sær tað út sum at eg og Stuart fara at vera í Glasgow eitt heilt vikuskifti. Jógvan bróðir skal tala á Glasgow Uni og vit kenna onkran í Glasgow (faktist ein genta, sum Stuart er áhugaður í, men ikki siga tað fyri nökrum!), so vit fara at hanga út har í nakrar dagar.
Arni at 7:15 am
19 January, 2006
Ein góð traditión
Tá ið eg, fyri skjótt nógvum árum síðani, gekk í student og lat hövðusuppgávuna inn, hátíðarhildu eg, Oddur og Andrias (haldi ikki Áki var við) tað við at hyggja eftir fyrstu sýning av Fellowship of the Ring. Tað var ein endabrestur, sum vildi nakað. Filmurin var feitur (tann besti í trilogiini, um tú spyrt meg) og vit hövdu alvorliga uppiborið tað. Eg og Stuart fara nú at halda áfram við hesi góðu traditión. Vit eru nú í holt við royndirnar og lesa sum hestar. Men tá ið griskt, seinasta royndin, er liðugt hósdagin fara vit til Glasgow at lurta eftir Blindside! Oh yeah! Og vit fáa kanska backstage pass! Vónandi, vónandi… Um ikki, so verður tað feitt allíkavæl, tí Blindside rula.
Arni at 3:13 am
17 January, 2006
Jólagávur og Macdonalds
Sjálvt um gávurnar ikki eru tað týdningarmesta við jólunum (maturin og familjan harafturímóti..), men tær eru tó nokkso sentralar. Eg fekk nakrar feitar í ár. Frá Maluni fekk eg eitt gávukort í Fopp, sum er ein feitur flögu/dvd/bókahandil her í Aberdeen. Fyri gávukortið gjördi eg eitt mítt besta innkeyp nakrantíð: Futurama - Complete Collection! For kul, sjálvt um tað hevur forstýra repeteringina alvorliga! Takk fyri beybi! Frá Jan og Situ, Jákup og Sannu og Jógvan og Unn (við familjum) fekk eg hvör sítt gávukort. Fyri tey keypti eg Eivör - Tröllabundin (sum er orduliga feitt, sjálvt um messingin blívur eitt sindur irreterandi viðhvört), Högni Lisberg - Morning Dew (ein hin besta Fo flögan í fjör, uttan iva) og Makrel - Wonderland (misti hana vekk, so eg keypti eina nýggja, orduliga góð eisini). Tá ið man er uttanlanda saknar man alvorliga föroyskan tónleik, so hasar flögurnar komu væl við. Frá Pætur Larsen fekk eg nakrar kopieraðar filmar. Frá Pætur bróðir fekk eg norsku bókina “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret?” Hava bara hoyrt gott um hana, so eg gleði meg til tá ið eg fái tíð at lesa hana (nær tað so enn verður..). Frá Jósef fekk eg ein hondgjördan lyklaring úr reinsdjórahorni, sum nú hevur skift góða, gamla Pikachu út. Frá jólamanninum fekk eg nýggjastu flöguna og ein kalendara við Charlotte Church. Feitar gávur, túsund takk, men bestu gávuna fekk eg frá mammu og babba: Tey gloymdu at keypa mær nakað! Oh yeah! Trúgv tí ella ei, tey gloymdu at keypa mær eina jólagávu! Her eri eg fluttur út, tey hava ikki sæð meg í mánaðar og tey gloyma meg í meldrinum! Genialt! Hetta kann eg brúka ímóti teimum í langa tíð fram! Muhahaha!
Eg var annars í Macdonalds í gjár. Einaferð eg hugdi upp úr míni Big Mac menu, sá eg at ein mamma skifti síni lítlu dóttir mitt á borðinum hægst tveir metrar frá mær! Eg helt tey hövdu rúm til endamálið! Einki serliga reinligt og rættiliga irreterandi. Men tó ikki verri enn tá ið mamman, komin útum, festi sær í. Tað eru fá ting, ið irretera meg meir enn foreldur (og/ella vaksin), sum roykja meðan börn eru til staðar! Tað skuldi verið banna við lóg og straffa við bót! Eg havi sum vaksin eitt val hvört eg vil liva ósunt ella ikki (við t.d. at eta á Macdonalds). Tað hevur eitt barn ikki. Tað býr saman við roykjandi foreldrum. Hvar skal tað fara? Not nice.
Arni at 1:25 pm
14 January, 2006
For my non-Faroese friends
As a Faroese person and consequently a member of an cultural minority, I sometimes have difficulties describing the special things about our culture. One of these things is our special cuisine. In Faroe we eat many strange things, such as whale meat, half-rotten fish, sheep’s head, blood sausage, sheep’s anuses and testicles and several months old dried sheep meat called skerpikjöt. And skerpikjöt is the focus of this post. While home for Christmas, I borrowed my brother’s camera and took some pictures while eating skerpikjöt. Hope you like this visual insight into Faroese food and culture. Enjoy!
Arni at 9:55 am
Í býin at bíða
Fríggjadagin var eg ein túr í býnum. Eg skuldi senda nökur bröv, keypa patrónir til printaran og brúka mítt fulla Virgin Addict kort. Tá ið eg var liðugur (posthúsið var lukka og eg fann ongar patrónir, men nýggja hjá Opeth er góð) og byrjaði at ragga mær yvir ímóti busssteðgistaðnum, kom mær í hug, sum eg gekk framvið Orange handlinum, at eg hevði hoyrt um eitt tilboð at Pay As You Go kundar (talutíð) kundu fáa fríar kvöldsamtalur við eina aðra Orange telefon um teir fóru inn í handilin at spyrja. Tingið við Orange handlinum á Union St. er at har standa bara 2 fólk í handlinum í senn og har eru, hvörja ferð eg havi verið har í hvussu er, altíð for nógv fólk til tey at klára. So eg stillaði meg at bíða. Eg haldi eg bíðaði í einar góðar 10 min. Eg eri tolin, eg havi einki ímóti at bíða, so eg hugdi eftir telefonum (nýggja Motorola, PEBL, sær ótrúliga feit út) og ymiskum breiðbandstilboðum. Endiliga kom ein at spyrja um tey kundi hjálpa mær við nökrum. Eg segði jú, eg hevði hoyrt okkurt um fríar kvöldsamtalur og var rættiliga áhugaður, eftirsum eg var Orange Pay As You Go kundi og daman hjá mær eisini hevði Orange. Sum sagt, eg eri tolin og havi einki ímóti at bíða, men tá ið ungi maðurin í svörtu Orange skjúrtuni segði við sorgblýdni í röddini at tilboðið gekk út 31. desember, bleiv eg smáirreteraður. 12 dagar og 10 min. for seinur. Lort.
Arni at 9:00 am
5 January, 2006
Föroyskt vs. enskt II
Einaferð eg og Stuart hövdu verið uppi alla náttina í teldurúminum og nokkso stutt var til vit skuldu upp, lögdu vit okkum bara í hansara kamar at sova. Nakrar tímar seinni vakti hann meg og sum eg byrjaði at koma til spurdi eg hann hvat klokkan var. Hann svaraði mær ikki beinanveg, so eg bíðaði eina lítla lötu aftrat. Eg bleiv eitt sindur irreteraður. Dummur ikki at svara. Men knappliga sló tað meg: Eg hevði spurt á föroyskum. Snedugt sovorðið. Man má fara inn í eitt serligt öki í heilanum fyri at tosa enskt og hetta öki er ikki tað náttúrliga, ökið fyri tað málið man hugsar á. Tað sama hendi eina aðru ferð, eg sat og lurtaði eftir tíðindunum á Rás 2. Meðan eg lurtaði spurdi ein floksfelagi meg okkurt og eg svaraði á föroyskum. Snedugt…
Annars hava jólini verið feit. Eg fari niður til Aberdeen í morgin kl. 15:30. Eg fari at skriva eitt störri innlegg um jólini og tað, sum hevur verið á skránnið. Hoyrast tá.
Arni at 9:29 pm