4 September, 2005
Skrásett parlag o.a.
HOMOSEXUAL (SAME-SEX) MARRIAGES - All sides to the issue
Fann hesa síðuna um skrásett parlag/samkynd giftamál. Nógv at lesa. Ógvuliga áhugavert. Eg legði serliga merki til sitatið niðanfyri:
“This sort of marriage is not in the best interest of children.” “God has a plan for marriage and this isn’t it.” “Allowing this kind of marriage will pave the way for all sorts of moral depravity.” Comments from the 1960s on the interracial marriage of one man and one woman — Mildred Jeter and Richard Loving.
Annars haldi eg at tað er vert at hugsa um at tað eru bara 4 brot í Bíbliuni, sum fordøma homosexualitet (3. Mós. 18:22 og 20:13, Róm. 1:26-28 og 1. Kor 6:9-10). Guds orð er Guds orð, Hann behøvist ikki at siga tingini túsund ferð fyri at tey skula passa, men eg haldi tað er áhugavert hvussu lítið Gud faktist ger burturúr tí samanborið við okkum. Homosexualitetur er tann ultimativa syndin beint nú. Men hvat við aðrari sexuellari synd? Hvat við sex áðrenn hjúnarbandið? Ótrúskapi? Og related, hjúnarskilnaði? Hví verða eingi lesarabrøv skriva fordømandi teenage mammur (ella uppaftur betri, tey nógvu í samkomunum, sum gifta seg tí gentan bleiv uppá vegin)? Hví samla vit ikki undirskriftir móti hjúnarskilnaði? Kanska er tað tí hesar syndir eru so nær uppá okkum. Kanska tí vit sjálv gera tær. Tað er lætt at fordøma samkynd, ein minniluta, nakað sum er í útlandinum, fólk sum vit ikki kenna. Men so skjótt syndin er ímillum okkum, so tagna vit. Hyklarí. Einki annað. Jesus fordømdi ongan uttan teir sjálvrættvísu skriftlærdu. Syndararnar elskaði Hann. Hvat er hent? Hvussu blivu vit skriftlærd? Vit eru blindað av bjálkunum í eygunum. Eg haldi tað er uppá tíðina at vit finna útav at vit øll eru á sama báti, sjálvt um ikki øll hava bjargingarvest. Vit eru øll syndarar. Eingin hevur uppiborið nakað sum helst. Og Jesus elskar okkum øll líka nógv. Jesus vann sær ikki lærusveinar við lóg, noyðslu og fordøming. Hansara kærleiki, sannleiki og náði dró fólk. Vit hava brúk fyri meir kærleika. For hundin! Samkoman eigur at vera staðið har syndararnir koma, men samkoman er blivin til seinasta staðið ein syndari setur fót sín innum. Umskylda eg prædiki, men hetta tyngir mítt hjarta nakað so frykteligt. Eg hevði vilja, at øll kendu kærleikan og hitan frá Jesusi, sum er við einum ígjøgnum alt. Tað handlar ikki um at vera kjekkaður og kul og at hava fingið alt uppá pláss. Tað handlar um at verða elskaður sjálvt um man stinkar. Kanska enntá tí man stinkar. Einki er sum Jesus. Vit kunnu ikki sum samkoma, sum umboðsfólk Jesusar á jørð, lata hurðina aftur fyri syndarum. Honum, sum nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt. Vit, sum kenna Jesus, hava fingið alt. Hvussu kunnu vit hugsa so stutt og vera so egoistisk, at vit heldur vilja fordøma enn elska? Mítt hjarta følist alvorliga tungt. Um onkur samkyndur lesur, so hevði eg gjarna vilja biðið umskylda fyri samkomuna, men tað ber ikki orduliga til. Kanska er tað gott at vita, at ikki øll eru líka. Tað er onkur, sum ikki fordømir. Hesin her, t.d. (Skriva endiliga til mín, hvis tú hevur hug…)
Eg kom akra at hugsa um eitt, sum mín gamli vinur Stephen Everett segði:
Tað eru tvey fólk til í heiminum. Hyklarar og tey, sum ikki vilja viðganga tað.
Feit vers:
Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm. 5:8
Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: “Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!” Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: “Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.” Markus 2:16-17
Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Jóh. 15:12
Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. 1. Jóh. 3:10
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað. 1. Jóh. 4:7-8, 11
Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. Skrivað er: “So satt sum Eg livi - sigur Harrin - fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!” So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan. Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Róm. 14:10-13
Arni at 3:43 am
Hey Arni:)
àhugavert at lesa henda tanka hjá tær. Ongin ivi er um at alt hattar er rætt, sannleiki. men bara hálvur sannleiki og tað er tað sum vit mangan dáma best.
Jóh. 1,14 At Orið gjørdist hold og tók búðstað millum okkara: Fullur av 2 tingum. Náði og sannleika. Vit hava hug at fella til tað fyrsta, Náði. Tað er menniskjaligt og tað er humant. Vit súgva øll brotini úr orðinum har Náði og kærleiki eru nevnd og feiða hitt undir teppi. Synd er synd, Gud hatar synd, men elskar syndaran.
Náðin er ófatilig og stór og er alt okkara lív Náði. Tað er náði yvir náði at vit eru til, eksistera, anda, at hjarta fær elektriskar impulsir,,Alt er náði. Vit ganga á einari kúlu sum hongur á ongum (Job 26,7)og tað at Jesus læt seg krossfesta gerð at náðin er óskiljandi.
Men samstundist peikar hann á at alt orð Guds samanlagt er sannleiki.(sálm. 119,160.)
Ótrúðskapir, horð, drykkiskapur, hatur, morð, homoseksualitetur” and you name it” gyrnd menniskjans, er naka sum Gud hatar, Tí sendi hann son sín at gjalda fyri alt hetta tí hann elskar okkum.
(tú nevndi sannleikan): Men okkum tørvar umvending. ‘Umvending’ er eitt sjálvtsamt orð á okkara døgum.
Umvending:(Luk. 24,47)
Mark 1,15: umvendi tykkum og trúgvi á evangeliði. Tey spurdu eisini Pætur á sinni. Ap. 2,37-38: hvat skulu vit gerða? Pætur svaraði: Vendi við og læti tykkum doypa…
Jesus segði eisini við kvinnuna í Jóh. 8: Heldur ikki eg dømi teg, men legði hann afturat: Far avstað og synda ikki meira (vend við, tú er á skeivari leið) Sannleikin!.
Jóh. 8,11 haldi eg er ein veldig mynd av Náði OG sannleika.
Kærleikin er nógv uppi í tíðini og tað MÀ vera gott, siga vit. Men hygg rundan um teg, er nógvir kærleiki at sýggja?. Nógvur falskur kærleiki (Humanisma) ein villleiðandi andi sum er komin yvir heimin. Eg haldi eins og tú at vit eiga at elska øll menniskju av hjarta, tað er tá at tað blívur hart, taið vit veruliga elska. Tí ein sum elskar ein annan, vil honum alt atð besta og hann fortelur honum/henni sannleikan. Tað blíva fólk stungin niður á gøtini (á degi) so nær sum í Kbh.”Bland dig udenom”, andin, ræður. Vit vilja ikki innvolverða okkum, hetta er ikki kærleiki.
Taið vit sýggja synd (praktiseraða) og ikki reagera, er kærleiki ikki í okkum.
Ezra roytti hári og skeggji av sær og fekk ikki orði upp fyri sorg taið hann sá hvussu fólk hansara syndaði(Ezra 9,3). Hví?? Hann elskaði tey.
Vit eiga at elska øll menniskju(sum tú so væl vísir á), vísa teimum tað náði vit hava fyngi og uppliva, men samstundis at tala sannleikan til øll menniskju fyri at prógva at vit elska. tað er kristindómurin í praksis. Hvør dugir til hetta?? 2 kor. 2,16
Líkamikið hvat fyri synd vit sýggja/gerða sjálvi so eiga vit at reagera tí vit hava uppliva Náði og sannleika.
Samanum:
Vit eiga at elska øll menniskju, fra Osama Bin ladin til Móður Therese, taka ímóti teimum eins og Kristus tók í móti okkum og vísa teimum Náði og peika teimum á sannleikan.
(tað síðsta er hart)
Harrin veri hjá tær taið tú fert á Bíbliuskúla.
Rógvi
CommentbyRógvi 20 September, 2005 @ 11:15 am