2 October, 2005

Ferðin niður

Ferðin niður gekk ikki beinleiðis væl. Fyri tað fyrsta var flúgvarin forsinkaður frá kl. 16 til 21. Tað fínt at flúgva, men at ið vit komu niður var friðurin úti. Eg havi ES pass, so tað var eingin trupulleiki, eg spákaði ígjögnum tollin uttan trupulleikar. Hjá Maluni var verri. Hon hevði patriotiskt grönt pass og varð tí steðga og skuldi vísa teimum visum (sum hon ikki hevði) og alla möguliga information um útbúgvingina. Hon slapp ígjögnum til endans, men tað var uttan arbeiðsloyvi og bara ti tað var so seint (kl. 23) og tollarin vildi heim. Vit hövdu vænta at vera í Aberdeen kl. 17 einaferð og hövdu ti ikki bílagt nakrastaðni at sova. Men nú var næstan miðnátt og tað visti seg at vera ómöguligt at finna eitt hotel ella B&B, sum vildi hava okkum. Tað endaði so við at vit svóvu á hvör sínum beinki á flogvöllinum. Eg svav ikki tað stóra, beinkurin var harður, men tað var fínasta slag. Eg gjördi enda á Hitchhiker’s Guide. Fínasta slag bók, men ikki so góð, sum öll siga.

Næsta morgun tóku vit ein taxa út á Universitetið. Tað, sum vit ikki hövdu hugsa um var at kontórið, vit skuldu möta á ikki opnaði fyrr enn kl. 10. Vit vóru har kl. 8. Og vit hövdu eitt tons av bagagu. Tað hevði verið fínasta slag um tað ikki var fyri tveir klæðsekkir Malan hevði við. Svigermor hevði insistera, sjálvt um Malan av fystan tíð hevði pakka eina stóra sporttasku. Úrslitið var ein brotnaður hársprei dunkur og eitt ævigt hatur til klæðsekkir frá mínari síðu. Tað er ómöguligt at bera hatta lorti! Aldrinn aftur! Eftir eina tveir tíma kreppu í okkara forholdi, sloppu vit endiliga inn á kontórið. Tað var eitt sindur av fjasi og renning aftur og fram, men til endans sloppu vit so til okkara nýggju heim í Hillhead Halls of Residence. Vit vóru komin uppá pláss. Endiliga. Fyrsti túrurin oman á skúlan var alvorliga spennandi. Eg skal til dagligt ganga í King’s College, sum er ein aggandi gomul kirkju/borg við einum courtyard og öllum. Klassahölið hjá Maluni til sálar- og samfelagsfröði er eitt amfiteatur, sum er störri enn stóri salur í Havnar Bio. Ikki langt frá at löfritið eisini er störri.

Veðrið var gott hendan fyrsta dagin og sum vit gingu runt hoyrdu vit róp. Nakrir föroyingar sótu og hugnaðu sær á stóru grasplenuni millum King’s og New King’s (College, í báðum förum). Eg kendi fleiri av teimum áðrenn, so skjótt gekk at koma í prát. Ikki at tað hevði gjört nakran mun, um eg ikki kendi nakran. Föroyingar uttanlanda finna altíð væl út av tí. Vit hava síðani fleiri ferðir verið úti í býnum og hugna okkum. Tey eru öll orduliga fitt. Seinasta teljing segði at tað eru 31 lesandi föroyingar í Aberdeen. Haldi mest eru á Aberdeen Uni, men tak meg ikki í tí, fleiri eru á Robert Gordon og onkur er eisini á Aberdeen College.

Vit hava ikki orduliga valt samkomu enn, men vit hava verið í einari, sum eitur Hebron, sum okkum dámdi orduliga væl. Samkoman var passaliga lítil og fólkini orduliga fitt. Upprunaliga var Hebron ein bröðrasamkoma, men er seinastu árini blivin eitt sindur meir avslappa. Tað betýður at læran er góð, einki karismatiskt fjas, men atmosferan er opin allíkavæl. Öll behövast ikki at vera samd. Eisini bjóðar samkoman lesandi dögurða aftaná morgunmöti. Feitt. So eg rokni við vit enda har. Tað er eisini pláss fyri mær um eg vil spæla okkurt (sum eg sjálvandi vil). Í fyrstu atlögu sær tað út sum tey hava brúk fyri einum bassspælara.

Aberdeen Uni liggur tætt við Union Street, sum er stóra shopping götan her. Nógvir eru handalarnir og vit hava longu brúkt nógv for nógvar pengar. Men eg haldi vit hava fingið tað út ella so. Sjálvandi, eg ætli mær regluliga framvið HMV, Virgin Megastore og Fopp, men eg haldi ikki tað verður nökur serliga power shopping á skránni enn á sinni. Jú, kanska á jólum :) Her er sjálvandi nógv bíligari enn heima í Föroyum. Eg havi eisini funni tveir gittarhandlar, so er tað eisini uppá pláss.

More to come…

Arni at 5:38 pm

1 viðmerking

  1. Hey tit bæði!
    Super lekkurt at kunna lesa um hvussu gongur hjá tykkum har niðri!
    Hopi tit hava tað allarbest.
    Vit sakna tykkum. Leggja kanska mest merki til tað fríggjakvøld:)
    bert ein lítil heilsan frá mær.
    hoyrast seinni:)

    CommentbyKarlina 4 October, 2005 @ 12:27 am

Viðmerk