9 October, 2005

Hítur, fartelefonir og Jedi-knights

Eg kom í prát við ein ungan mann í gjár. Hann segði at tíverri hevði eina nokkso keðiliga fortíð, sum hann royndi at sleppa burturúr. Honum manglaði pengar, segði hann, og tí bjóðaði hann at selja mær hítur og eina fartelefon. Hann vísti mær fartelefonina og segði at hon var spildurnýggj. Hann hevði keypt hana nýggja, men onkur hevði stjoli ladaran og tí vildi hann selja mær hana fyri £10. Ja, right! Onkur stjól ladaran og tí selur tú mær hana fyri £10! Tú hevur sleeeett ikki stjoli hana! Eg segði pent nei takk.

Annars las eg onkumstaðni at ein nýggj ensk kanning hevði staðfest í Bretlandi eru 11,000 self-proclaimed ateistar mótvegis 37 milliónum kristnum og 360,000 Jedi knights. Haha!

Arni at 7:46 pm

2 viðmerkingar

  1. “og 360,000 Jedi knights. Haha!”

    Hatta hevur sikkurt okkurt við at gera at summi fólk eru ímóti at mynduleikarnir innsamla slíkar uppýsingar í heila tiki. Hetta var tey at lúgva og geva hatta svari.

    CommentbyKristian Joensen 2 December, 2005 @ 1:14 am

  2. Ja, sikkurt. Men stuttligt hoast alt..

    CommentbyArni 2 December, 2005 @ 3:18 pm

Viðmerk