12 October, 2005

Fötur og niðurdeilar

Míni telduviðurskifti eru ikki beinleiðis optimal. Eg má seta meg í hotspottið í einum öðrum húsi enn tí, eg búgvi í um eg vil online. Og tað er ikki bara eg sum vil online. Her sita altíð fleiri fólk og surfa. Yvir av mær beint nú situr ein myrkur drongur í sandalum. Nógv brúka sandalur her, tað er sikkurt fínt. Men eg klári bara ikki at lata vera við at hyggja eftir bibbunum hjá honum. Teir eru ikki penar ella ljótar… Tær eru bara bibbur! Og eg klári ikki at lata vera við at hyggja eftir teimum.

Men hatta er einki samanborið við ein annan dagin. Eg sat so fittur og hugnaði mær við telduni tá ið ein hampuliga snögg ung dama setur seg yvirav mær. Hon var í einum fittum, stuttum niðurdeili. Fínasta slag. Skuldi man trúð. Men trupulleikin var at hon ikki var í nökrum sokkabuksum og krossaði ikki bein. So um eg ikki hugdi beint niður í telduna sá eg ímillum beinini trussurnar hjá henni. Sjálvandi, kanska skuldi eg verið glaður at hon var í trussum, men allíkavæl, tað var óbehagiligt! Hon fór tíbetur ein lítla lötu aftaná og eg kundi slappa av aftur. Not nice sovorðið..

Arni at 5:42 pm

4 viðmerkingar

  1. :) Hey Arni!

    Ert tú ikki forlovaður?! Hvat gongur tú so runt og hyggur undir niðurdeilin hjá øðrum konufólku til? ;)

    CommentbyPedro 23 October, 2005 @ 2:18 am

  2. Arni! hugsa heldur um damuna hja tar. Ella er hon ikki tilfredstillandi?

    Commentbysexiboy 4 November, 2005 @ 10:33 pm

  3. sexiboy, meir enn so!

    CommentbyArni 5 November, 2005 @ 4:33 pm

  4. fúli hundur!

    CommentbyLakjan 25 November, 2005 @ 12:17 am

Viðmerk